FM og HM í trolbøting

Tað er vanligt at menn kappast. Umborð á trolarum er kapping um, hvør er skjótasti trolbøtari. Umboð á øðrum bátum verður kappast um annað.
Kappingin i trolbøting snýr seg einfalt um at vera kvikastur við trolnálini og bøta eitt petti av neti, sum øll eru skorin eins. Tað er sjálvandi eisini ein spurningur um at bøta so rætt sum møguligt. Um feilur er, so verður ein diskvalifiseraður.
Hendan kapping hevur undanfarnu árini verið við til at savna eina ta størstu fjøldina av fólki. Kappingarnar hava verið sera spennandi
Vónin, sum á hvørjum ári hevur staðið fyri hesi kappingini, hevur í ár víðka hana, soleiðis at ein undan kapping hevur verið í Glasgow. Vinnarin til hesa kapping fer at kappast ímóti Føroya meistaranum, sum verður funnin á Sjómannadegnum í ár. So ikki kann sigast annað enn, at um kappingin hevur verið spennandi og áhugaverd undanfarin ár, so verður hon ikki minni spennandi og forvitnislig í ár.
Í fjør vóru hesi luttakararnir í føroyameistarakapping í "Trolbøting":
1. Christian Olsen - 7.47.32 D2. Marner Sivertsen - 4.18.17
3. Fríðrik Sivertsen - 5.39.07
4. Eliesar Jacobsen - 6.15.43
5. Egin Fríði Ørvarodd - 5.25.34
6. Petur Martin Sivertsen - 4.58.14
7. Ísak Petersen - 6.35.34 D
8. Torfinn Viðoy - 5.16.21
9. Eyðun á Bergi - 5.16.59
10. Jakki Sirdal - 5.14.08
11. Haldur Johansen - 5.33.19
12. Jan Højgaard - 3.39.27
13. Gorge Berjastein D
14. Poli J Hansen - 5.02.40
Vinnarar
1. Jan Højgaard2. Marner Sivertsen
3. Petur Martin Sivertsen




