Føroyameistarakapping í egning


Aftur í ár verður egningakapping á Sjómannadegnum. Hetta er ein av teimum mest spennandi kappingunum, sum eisini plagar at hava flest áskoðarar.

Undanfarin ár hevur klaksvíkingurin, John Havn gjørt sera nógv um seg, men eisini aðrir persónar hava víst hvussu kvikir teir eru við hondunum. Eitt nú kunnu vit nevna Ólavur Jacobsen, Elmar Rubeksen, Jógvan á Lækjuni, Ólavur Poulsen (fyrrverandi heimsmeistari).

Spennandi verður tí at síggja, um nakar fer at taka John Havn, fyrrverandi heimamanni á Kallanesi, núverandi trolmanni, í ár. Hann hevur altíð staðið sum vinnari, tá hann hevur luttikið. Okkurt ár hevur hann verið burturstaddur, og av teirri orsøk ikki kunnað luttikið.

Enn ber til at melda seg til hesa kapping

Vinningar

Aftur í ár er tað Kjølur sum letur stóra vinningin til kvikasta egnaran á kr. 10.000.

Silvurvinnarin fær gávubræv á kr. 2.000,- frá BÓNUS

Bronsuvinnarin fær gávubræv á kr. 1.000.- frá BÓNUS