Kapping fyri pør – vinda hespu upp í noða


Út á seinnapartin leygardagin verður møguleiki hjá pørum at vinna sær eitt romantiskt upphald á Hotel Norð fyri tvey, um tey luttaka í kappingini um at vinda hespu upp í noða.

Hetta er eitt virksemi sum mong pør kenna til; hetta vísti tilmeldingarlistin eisini í fjør.

Rættiliga stuttligt var at eygleiða pørini kýta seg alt tað tey vóru ment. Summi kvikaðu sær so nógv, at ikki rættiligt samsvar var millum tað, sum heilin vildi og hendurnar megnaðu – mangt eitt noða fór rullandi eftir pallinum.

Tá tíðirnar vóru uppgjørdar, var endin, at ein kendur luttakari á Sjómannadegnum saman við unnusti sínari, vann kappingina rímiliga sannførandi við knøppum 22 sekundum.

 

Luttakarar í kappingini í fjør:

Helga Súsanna og John Havn - 05.07.09

Ågot og Ólavur Poulsen - 05.29.04

Gunnvør og Jakki Eliasen - 07.35.13 

Kirstin og Leon Sólheygg - 07.00.87

Finngerð og Jóannes Joensen - 07.58.50

Martha og Osmund - 05.45.83 

Anna og Poul Eli Jacobsen - 06.43.11

Guðrun Eliasen og Julian Eliasen - 10.52.05

Jonnvør Petersen og Alfred Eliasen - 08.30.53

Maiken og Karl Michaelsen - 06.00.80

Vinnarar:

1. Helga Súsanna og John Havn

2. Ågot og Ólavur

3. Martha og Osmund

 Vinningur: Eitt romantiskt vikuskiftið á HOTEL FØROYUM við fullari pensjón.