Livandi tónleikur á Sjómannadegnum

Lokalar og altjóða kreftir fara at spæla livandi tónleik á Sjómannadegnum í morgin, leygardag, 21. august.
Longu við morgunmatarborðið fer Micheal Cavanagh úr Greencastle í Írlandi, at syngja. Væntandi verður eisini okkurt at hoyra frá honum seinni um dagin.
Eisini fer Hanus G. Jóhansen at syngja eina vísu og hava eina stuttta hugleiðing um sjómannslívið, áðrenn borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, fer at bjóða gestum vælkomnar á Føroya Sjómannadag, umleið kl. 10:45.
Afturat hesum skipa Húsið og Dávavirkið, sum letur anleggið, fyri trimum tónleikatiltøkum ígjøgnum dagin. Hesi hava øll eitt ávíst tilknýti til Húsið og Dávavirkið.
Birgir & Noel fara at framføra nakrar sangir. Hans Andrias Jacobsen fer eisini at syngja og spæla. Harafturt fer tann sera kendi og dugnaligi Rógvi Jacobsen at syngja og spæla.
Hesi tríggjar framførslurnar verða í teltinum á ferjuleguni, omanfyri har Sam leggur at.




