Royn teg í Ripping

Aftur í ár verður møguleiki at royna seg í ripping. Allan leygardagin stendur eitt borð uppi, har møguleiki verður at vita hvussu skjótt ein kann rippa 100 teymar. Ein skermur verður settur upp, soleiðis at tey ið taka lut í kappingini beinanvegin fáa at vita, hvussu tey hava klárað seg.
Í fjør vóru tað mong, sum royndi seg. Vinnarin gjørdist Linda Syderbø, sum var knappar góðan minutt frammanfyri nr. 2.
Spennandi verður í ár at síggja, um nakar kann geva Lindu Syderbø munagóða avbjóðing.
Úrslit frá í fjør 2009
Linda Syderbø 9.56.26
Kristian L. Dam 11.16.05
Leon Sóleyg 13.58.49
Vinningurin er eitt gávukort frá Magn




